Uttanlands

WHO: Tveir dagar við methøgum smittutali

Næstan 260.000 nýggir smittutilburðir vórðu skrásettir í gjár – í sama tíðarskeiði vórðu skrásett fleiri enn 7.300 andlát

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-19 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð met set, tá 237.743 nýggir smittutilburðir vórðu skrásettir, og í gjár setti talið aftur met.

Leygardagin vórðu 259.848 nýggir tilburðir skrásettir vísti uppgerðin hjá Heimsheilsustovninum WHO, sum varð dagførd í gjárkvøldið.

Størsta økingin varð skrásett í USA, Brasil, India og Suðurafrika.

Í gjár vórðu eisini skrásett 7.360 andlát, og tað er hægsta talið síðan 10. mai, skrivar Ritzau.

Í juni og juli hevur dagliga talið á andlátum ligið millum 4.600 og 4.800 í miðal.

Tey londini, sum hava skrásett flest tilburðir eru USA, Brasil og India. Hesi londini eru eisini tey einastu, ið hava skrásett omanfyri eina mió. tilburðir.

Um allan heimin hevur mann nú skrásett fleiri enn 14 mió. tilburðir og 600.000 andlát.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder