Uttanlands

Kanning: Stórur meiriluti stuðlar dønum og grønlendingum

Í altjóða kanning vórðu fólk m.a. spurd, hvørja støðu tey høvdu í mun til stríðið um Grønland, sum amerikanski forsetin sigur seg vilja yvirtaka, og meirilutin í 85 av 98 londum segði seg stuðla Danmark og Grønlandi

Grønlendska flaggið (Mynd: EPA)

Grønlendska flaggið (Mynd: EPA)

2026-05-09 14:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meirilutin av fólkinum í 85 londum stuðla Danmark og Grønlandi í stríðnum við USA, vísir nýggj altjóða kanning.

Í fólkaræðiskanningini, sum varð gjørd av Democracy Perception Index, vórðu fleiri enn 94.000 fólk úr 98 londum spurd um m.a. hvørja støðu tey høvdu í mun til ítøkilig stríð millum lond.

Í 85 av teimum 98 londunum var meirilutin mest samdur við Grønlandi og Danmark, í 11 londum var tað javnt, og í tveimum londum - Ísrael og Dominikanska Lýðveldinum - stuðlaði meirilutin USA.

Hetta er 9. ferð, at slík kanning verður gjørd, men að er fyrstu ferð, at fólk verða spurd um teirra støðu í mun til ítøkilig stríð, skrivar Ritzau.

Síðan 2019 hevur amerikanski forsetin, Donald Trump javnan nevnt, at hann ynskir, at USA skal yvirtaka Grønland. Hvørki Danmark ella Grønland taka undir við hesum, og hevur Trump síðan hótt við at brúka vald at yvirtaka Grønland.

Í kanningini varð eisini spurt, hvørja støðu fólk høvdu í stríðnum millum Russland og Ukraina. Har svaraði meirilutin í 55 londum, at hann var mest samdur við ukrainum, meðan meirilutin í 30 londum var meira samdur við russum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder