Innanlands

Stoytti drykk á ein annan

Lítið og einki at skrivað heim um úr býarlívinum í nátt. Tað einasta sum var, var eitt brot á skilhaldsreglurnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-10 11:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast fleiri veitslur vóru í gjárkvøldið, so hevur løgreglan ikki havt stórvegis trupulleikar av fullum fólki í býarlívinum, og heldur ikki av øðrum.

Tað einasta, sum er skrivað í nátt, er eitt brot á skilhaldsreglurnar, tá ein persónur stoytti ein drykk á ein annan persón. Hetta fær viðkomandi eina bót fyri.

Umframt tað hevur løgreglan koyrt onkran til hús - onkran sum ikki var førur fyri at taka sær av sær sjálvum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder