Eli Tausen á Lava hevur í dag givið út nýggja staklagið “Waratah Blossoms”.
Talan er um triðja lag úr komandi EP hansara “Book of Lies”.
EPin, sum er skrivað við íblástri úr “The Book of Lies” eftir Aleister Crowley, hevur fimm løg tilsamans og kemur út í síni heild í januar.
Eli sigur soleiðis um EPina:
– Í fyrsta lagnum “Book of Lies”, hitta vit ein okkultist í einum myrkum kjallara, sum ákallar eina veru úr einum øðrum heimi.
– Í næsta lagnum “Hide Me (Son of Man)” innsær hann, at tað hann hevur gjørt ikki kann gerast um.
– Í hesum triðja lagnum, “Waratah Blossoms”, er okkultisturin endaður í einum løgnum heimi, har alt sær út til at vera sum tað var, men einki veruliga er sum tað sýnist. Ljósið er øðrvísi. Og alt tykist at vera ósjónliga sambundið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald