Mikudagin 23. September hevur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sett dagin av, so hon kann hitta borgarar í Kollafirði.
Endamálið við vitjanini er, at fólk kunnu fáa høvi at siga sína hugsan, koma við preium ella tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum á hjarta.
Vitjanin er ætlað sum eitt høvi, har fólk kunnu koma og fara, sum tey hava hug.
– Tað hevur týdning fyri meg at hoyra, hvat fólk hugsa og halda um ymisk viðurskifti. Vit arbeiða við fleiri málum í Kollafirði í løtuni, so tað er eisini umráðandi fyri meg at hoyra, hvat fólk hava at siga, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.
Byrjað verður klokkan 12.30, tá borgarstjóri, umsitingin og staðbundna nevndin fara runt í Kollafirði, Signabø og Oyrareingjum og hyggja og kunna seg um ymisk viðurskifti.
Og frá klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Bátafelagnum, har øll eru vælkomin.
Fyrr í ár hevur borgarstjórin vitjað í Hesti, á Velbastað, Kirkjubø og seinast í Kaldbak, har hon og umsitingin saman við staðbundnu nevndunum umrøddu ymisk mál, sum høvdu týdning fyri bygdirnar. Ætlanin er at gera tað sama í øllum bygdunum í kommununi komandi tíðina.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald