
Waag P/F hevði vøkstur í bæði bruttovinningi, ebidta og úrslitið. Eigarin fær fimm mió.kr. í vinningsbýti.
Waag P/F er ein av størstu bilasølununum í landinum, sum selur bilmerkini Mercedes, Mitsubishi, Renault, Hyundai og Dacia.
Roknskapurin hjá Waag P/F fyri 2021 vísur, at bruttovinningurin øktist úr 21,1 mió.kr. til 22,7 mió.kr., sum er ein vøkstur á 7,7 prosent.
Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 12,1 mió.kr., sammett við 11,0 mió.kr. í 2020. Vøksturin í ebidta, sum vísur veruliga rakstrarlønsið, var 10,3 prosent.
Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt avlop á 9,8 mió.kr. sammett við 8,8 mió.kr. í 2020. Vøksturin í úrslitinum var 1,1 mió.kr. ella 12,2 prosent.
Aðalfundurin hevur samtykt at luta 5 mió.kr. út til eigaran sum vinningsbýti.
Waag hevði ein samlaðan fíggjarjavnað við árslok 2021 á 95,2 mió.kr. sammett við 94,3 mió.kr. í 2020.
Støðisognir eru minkaðar úr 42 mió.kr. í 2020 til 34,6 mió.kr. í 2021. Í roknskapinum sæst, at føst ogn er seld í 2021 fyri íalt 8,4 mió.kr. og tilgongd á 2,5 mió.kr. eisini hevur verið.4 mió.kr.
Ognir í umferð vóru 60,5 mió.kr. í mun til 52,3 mió.kr. Serliga kann síggjast at vørugoymslur eru øktar úr 32 mió.kr. í 2020 til 42,3 mió.kr. Nevnast kann eisini at felagið hevði 10,9 mió.kr. á bók við árslok 2021.
Waag hevði við árslok 2021 ein eginpening á 54,6 mió.kr., sum svarar til eitt trygdarevni á 57,45 prosent. Hetta má metast at vera sera gott og vísir eina fíggjarliga sterka fyritøku.
Felagið hevur langfreistaða skuld í 2021 á 19,1 mió.kr. samanborið við 22,4 mió.kr. í 2020. Stuttfreistaða skuldin var í 2021 20,9 mió.kr. móti 21,5 mió.kr. í 2020.
Um hugt verður eftir lyklatølunum hjá Waag P/F sæst, at ognaravkastið, sum er úrslitið áðrenn fíggjarpostar í mun til samlaða fíggjarjavnan var 12 prosent í 2021, sum má metast at verða gott.
Eginpeningsavkastið var eisini sera gott, 18,8 prosent, sum vísir, at hóast tann lutfallsliga høga eginpeningin á 54,6 mió.kr., so hevur eigarin fingið eitt gott avkast, harav 5 mió.kr. útgoldið verður útgoldið í vinningsbýti.
Samanumtikið má staðfestast at úrslitið hjá Waag P/F var gott í 2021. Talan er um vøkstur í bruttovinningi, ebidta og úrslitið og talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku.
Stjóri og eigari av Waag P/F er Joen Pauli Waag. Nevndarformaður ella rættari sagt forkvinna er Minni Waag.
Sambært roknskapin vóru 31 starvsfólk í fyritøkuni í 2021.
Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald