Uttanlands

70.000 løgreglufólk fyrireikað til fleiri mótmæli í Fraklandi

Aftur í dag verður boðað frá mótmælum.

Fronsk løgreglufrólk á Placa de la Concorde í París (Mynd: Geoffroy Van Der Hasselt/AFP/Ritzau Scanpix)

Fronsk løgreglufrólk á Placa de la Concorde í París (Mynd: Geoffroy Van Der Hasselt/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-07 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frakland fyreikar seg til enn eitt vikuskiftið við mótmælum, og tí eru 70.000 løgreglufólk send á gøturnar um alt landið, upplýsir franski innanríkismálaráðharrin, Laurent Nuñez.

– Eru nøkur uppreistrarfólk og rænarar, eru vit klár og bíða eftir teimum, sigur hann.

Hetta verður fjórði leygardagur á rað, at umfatandi mótmæli seta dám á Frakland

M.a. lestrarfeløg og fakfeløg hava boðað frá mótmælum í dag, og tað sama hava Gulu Vestarnir, sum ætla sær at mótmæla á Placa de la Concorde nærindis forsetaborgini í París. Tað er annars bannað at mótmæla á júst hasum økinum, skrivar Ritzau.

Mótmælini byrjaðu á miðnámsskúlum í París, har nógv vóru ónøgd við skúlaviðurrskifti. Hetta hevur síðani ment seg til eina landsumfevnandi rørslu móti ójavna, høgum livikostnaði og versnandi almennum tænastum.

Í høvuðsheitum hevur talan verið um friðarlig mótmæli, men mótmælini fyrsta vikuskiftið, ta yvir 500.000 fólk luttóku, vórðu lýst sum ógvusligasti ófriður í Fraklandi í fleiri ár.

Samanbrestir hava verið millum løgreglu og mótmælisfólk, handlar vórðu rændir, og fólk settu eisini eld á almennar bygningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder