Tað hevur havt stóran skund at ríva vøggustovuna Stella Maris niður. Í øllum førum hevur tíð ikki verið at tikið brúkilig ting úr bygninginum áðrenn niðurrívingina.
Hetta sást í videoupptøku, sum vit høvdu á Portalinum fríggjadagin, har ein stór brandtrappa varð rivin niður við, og eisini á myndum, sum Elsa Berg, býráðslimur, hevur lagt á Facebook í dag.
(Upptøka: Heine Lützen)
- Tað er mær púrasta óskiljandi, hvussu bygningurin Stella Maris kann rívast niður uttan at yvirhøvur taka góðu tingini úr bygninginum fyrst, skrivar býráðslimurin.
- Alt stendur eftir .. dukkur, vask, brandtrappa, súkklur o.s.fr. ja, sjálvt kaffikannurnar liggja eftir í rokanum. Hví ikki opna bygningin í ein dag ella tveir, so fólk og dagstovnar kunnu taka tað, tey hava tørv á, spyr Elsa Berg undrandi.
(Mynd: Elsa Berg)
(Mynd: Elsa Berg)
Fleiri taka í viðmerkingunum undir við Elsu Berg.
- Ófatiligt, forkastiligt, harmiligt og syrgiligt. Ikki samljóð við tíðarinnar rák um at endurnýta og gagnnýta tilfeingið, er tað ein brúkari, sum skrivar.
Á Facebooksíðuni “Havnin - býur okkara” eru eisini fleiri sum standa spyrjandi.
- At “skræða” húsið niður soleiðis er so skammiligt, og Tórshavnar Kommuna eigur at fáa av grovfílinum, at uppføra seg soleiðis! Tað skuldi verið so lætt, at at bjóða Dugna inn í 1 viku, at taka tað tey kundi endurselt. Og síðani lati borgarum í Havn komið inn eitt vikuskiftið og tikið tað niður tey kundi brúka, skrivar ein brúkari.
(Mynd: Elsa Berg)
(Mynd: Elsa Berg)
Hádeild av Sankta Fans skúla
Orsøkin til, at Stella Maris-húsini eru tikin niður, er bygging av hádeild hjá Sankta Frans skúla. Arbeiðstøkusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og HVT varð undirskrivaður 7. mars.
Bygningurin er umleið 1100 fermetrar og verður bygdur á stykkinum, sum Stella Maris vøggustova hevur staðið á. Bygningurin skal vera klárur at taka í nýtslu til skúlaárið 2024/25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald