Uttanlands

Ukraina: Miðlar sleppa ikki at upplýsa um avleiðingar av russiskum álopum

Ukrainski forsetin vil avmarka, hvørjar upplýsingar miðlar kunnu bera víðari um russisk álop á týðandi undirstøðukervi.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Genya Savilov/AFP/Ritzau Scanpix)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: Genya Savilov/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-29 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin hevur undirskrivað eina kunngerð, sum áleggur stjórnini at seta í verk avmarkingar av miðlaviðgerðini av russiskum álopum á týðandi undirstøðukervi.

Stjórnin skal "alt fyri eitt taka stig fyri at banna miðlum at geva víðari upplýsingar um avleiðingarnar av oyðileggingunum og tíðarkarmar fyri enduruppbygging av týðandi undirstøðukervi", skrivar Ritzau.

Hvussu ætlanin er at handhevja nýggja forboðið í Ukraina er ógreitt.

Bæði Russland og Ukraina hava, síðan kríggið millum londini byrjaði í februar 2022, avmarkað, hvørjar upplýsingar, miðlarnir sleppa at prenta um kríggið.

Ukraina hevur higartil heitt á miðlarnar um ikki at geva víðari smálutir um skaðar eftir russisk álop, ella um, hvar álopini eru framd. Grundgevingin er, at hesar upplýsingar kunnu hjálpa russiska herinum at velja nýggj álopsmál.

Í Russlandi sleppa miðlarnir m.a. ikki at brúka orðið kríggj ella innrás.

Í farnu viku varð eitt lógaruppskot lagt fram í Russlandi, sum sambært amerikonsku tankasmiðjuni Institute for the Study of War bannar óheftum tíðindaflutningi og tíðindaflutningi uttan loyvi frá myndugleikunum um fylgjurnar av ukrainskum álopum.

Brot á hesa lógina verður revsað við sekt ella fongsulsrevsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder