Mentan

Stovnari av The Beach Boys deyður

Mike Love andaðist leygardagin, 85 ára gamal.

Mike Love gjørdist 85 ára gamal (Mynd: Valerie Macon/AFP/Ritzau Scanpix)

Mike Love gjørdist 85 ára gamal (Mynd: Valerie Macon/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-29 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mike Love, sum var við til at stovna tónleikabólkin The Beach Boys, andaðist leygardagin, 85 ára gamal.

Tað upplýsir talsfólk hansara sambært altjóða miðlum.

Hvør deyðsorsøkin er, verður ikki upplýst.

The Beach Boys varð stovnað í Los Angeles í Kalifornia í 1961. Umframt Mike Love vóru systkinabørn hansara, Brian, Dennis og Carl Wilson í bólkinum, umframt vinmaður teirra Al Jardine.

The Beach Boys hevur gjøgjum árini givið út ein hóp av útgávum og konsertfilmum. Mike Love skrivaði, saman við Brian Wilson, fleiri av stóru hittunum hjá bólkinum. Millum hitløgini kunnu nevnast "Surfin' Safari", "Be True to Your School" og "Good Vibrations".

Mike Love fekk seinni ein størri leiklut í The Beach Boys og gjørdist forsangari hjá bólkinum.

Eftir Mike Love sita kona hansara Jacqueline og níggju børn hansara.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder