Innanlands

Visti ikki hvat teir fóru at vænta av mær

Helst einasta føroyska kvinna sum koyrir 40 tons stóra gravkúgv

Katrin Helgadóttir Iversen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Katrin Helgadóttir Iversen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-21 08:26 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

23 ára gamla havnargentan, Katrin Helgadóttir Iversen, er helst einasta føroyska kvinna, sum koyrir eina 40 tons stóra gravkúgv.

Hon arbeiðir hjá Plan, og í løtuni umvæla tey Kaldbaksvegin. Hon er einsamøll kvinna í einari vinnugrein har tað mestsum bara menn arbeiða.

- Áðrenn eg byrjaði, var eg ógvuliga nervøs, tí eg visti ikki, hvat teir fóru at vænta av mær. Og kanska fór eg ikki at megna at gera sama arbeiði , sum teir gjørdu. Eisini hugsaði eg, hvat um eg ikki fór at klára at lyfta líka tungt og nógv sum teir osfr. Men eg haldi, at teir eru serstakliga fittir og tóku bara væl ímóti mær, sigur Katrin Helgadóttir Iversen við Blaðið Vikuskifti.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

- Mær dámar væl at arbeiða saman við teimum, og eg stórtrívist her. Eg havi eisini trivist væl alla aðrastaðni, tá vit hava verið úti á øðrum arbeiðsplássum og arbeitt. Ja, hetta er helst eitt tað besta starvið, eg havi havt, staðfestir Katrin uttan himpr.

- Jú, viðhvørt arga teir eitt sindur, men eg haldi, at tað bara ger arbeiðið meira hugaligt, sigur hon.

Øll samrøðan kann lesast í Blaðnum Vikuskifti ókeypis her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder