Mánadagin var móttøka í Biskupstorginum, har Norðoya Kunningarstova framyvir fer at húsast, eftir hava hildið til í gamla Isengram í mong ár, ið er ein av søguligu bygningunum hjá J.F. Kjølbro.
Kunningarstovan liggur við nýggju staðsetingini í hjartanum í býnum. Harvið blívur kunningarstovan ein partur av einum miðdepli, saman við nógvum øðrum virksemi, sum heldur til á Biskupstorginum. Nýggja staðstetingin gevur kunningarstovuni nýggjar møguleikar fyri øktum virksemi, sum verður ein sjónligur partur av býarlívinum, sigur Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Til móttøkuna bjóðaði Símun Gulaksen, formaður í Visit Norðoy, vælkomin, síðan vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, Jóhannu Christiansen, forkvinnu í mentanarnevndini, og Jórun Høgnesen, stjóra fyri Visit Norðoy. Til seinast spældu Karl Martin Samuelsen og Magni Husgaard nøkur løg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald