Mentan

Vísindavøka á ferð - áðrenn sjálva Vísindavøkuna

Talan er um fimm tiltøk, í Havn, í Klaksvík, í Sørvági, á Sandi, og í Hovi, í tíðarbilinum 12. til 19. september. Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnunum

Miðnámsskúlan í Hovi verður karmur um seinasta tiltakið á

Miðnámsskúlan í Hovi verður karmur um seinasta tiltakið á "Vísindavøka á ferð"

2022-08-25 20:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 15. Vísindavøkan í røðini verður í Løkshøll í Runavík tann 23 september, har høvuðsevnið er tíðarrák.

Les eisini: Tìðarrák á Vísindavøku nummar 15 í røðini

Granskingarráðið boðar frá, at á Vísindavøkuni 2022 verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð. 

Áðrenn sjálvan høvuðsdagin verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum. Hetta verður í stóran mun í viku 37, tí tiltøkini eru frá 12. - 19. september.

Fimm ymisk støð verða vitjað: Landsbókasavnið í Havn (mánakvøldið 12. september), Klaksvíkar Bókasavn (týskvøldið 13. september), Sørvágs Bókasavn (mikukvøldið 14. september), Sands Bókasavn (hóskvøldið 15. september) og Miðnámsskúlan í Hovi (mánakvøldið 19. september)

Heimasíðan gransking.fo skrivar, at tað er skipað á tann hátt, at á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnum.

Yvirlit yvir skránna kann síggjast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder