Innanlands

Vinnuferðin til Ísrael verður í mai

Útsetta ferðin, sum Sendistova Føroya í Ísrael og Uttanríkis- og mentamálaráðið skipar fyri, verður 22. - 26. mai

Tel Aviv, Ísrael (Mynd: Visualhunt)

Tel Aviv, Ísrael (Mynd: Visualhunt)

2022-03-09 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vinnuferðin í Ísrael, sum Sendistova Føroya í Ísrael og Uttanríkis- og mentamálaráðið skipa fyri, verður í døgunum 22. - 26. mai.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, stendur á odda fyri ferðini.

Á skránni er m.a. vinnuvitjanir, framløgur um vinnulív í Ísrael og B2B tiltøk. Eisini verður hátíðarhald á Sendistovu Føroya í sambandi við, at sendistovan er latin upp.

Upprunaliga skuldi ferðin vera á heysti í fjør, men hon varð útsett orsakað av koronustøðuni í Ísrael.

Freistin at tekna seg til vinnuferðina er 28. mars. Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder