Innanlands

Vinnan hittist til samveru og íblástur 28. september

Á Vinnudegnum 2018 verða fyrilestrar og Ársins Virki og Ársins Átak kosin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-03 15:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á Vinnudegnum 2018 verða ymisk viðkomandi evni viðgjørd og lýst í fyrilestrum við bæði føroyingum og útlendingum. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum. Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og sosiala samveru. Norðurlandahúsið er aftur í ár karmur um Vinnudagin, har vinnan kann fáa íblástur til framtíðar virksemi, umframt at møguleiki er at hitta kundar, veitarar og samstarvsfelagar í einum óformligum umhvørvi.

Julio Zaguini hevur drúgvar royndir sum stjóri m.a. í risafyritøkuni Google, har hann hevur starvast á høvuðssætinum hjá Google í Silicon Valley og staðið á odda fyri marknaðarføringi av Google í Latínamerika. Seinasta árið hevur Julio Zaguini arbeitt sum íleggjari og ráðgevi. Á Vinnudegnum fer hann at tosa um nýggjastu vitanina innan tøkniliga menning av software og hardware og um, hvussu fyritøkur kunnu fyrireika seg til nýggjar møguleikar og avbjóðingar.

Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe gjørdist íverkseti, meðan hon læs til til sivilverkfrøðing. Saman við Marie S. Berggren stovnaði hon tá fyritøkuna DropBucket, sum nú hevur nøkur ár á baki. Á Vinnudegnum fer Heiða at greiða frá royndum teirra í hesum sambandi. 

Jonne Hellgren er stjóri og ein av stovnarunum av RePack. RePack er skjótt vaksandi fyritøka, sum veitir burðardyggar endurnýtsluloysnir innan pakka- og flutningstilfar til e-handil. Fyritøkan fekk norðurlendsku umhvørvisvirðislønina í 2017, tí fyritøkan klárar at sameina umhvørvi og handil, og tí hon á ein nýggjan og lættan hátt varpar ljós á m.a. endurnýtslu.

Eisini verður spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “Lopið ut í heim – royndirnar hjá føroyskum fyritøkum”. Her fara Árni Skaale, stjóri í LookNorth, Mariann Klein Ivansdóttir, stjóri í Royal Intercoiffure, Karin Visth, vínserfrøðingur á KOKS, og Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun & Guðrun, at greiða frá teirra royndum við at selja vørur sínar til heimsmarknaðin.

Skráin fyri Vinnudagin 2018 sæst her og tilmelding fer fram her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder