placeholder
Innanlands

Vilja skunda undir koppsetingina í Vágum

Kommunurnar í Vágum vilja hava koppseting framda í Vágum við tí vón, at fleiri lata seg koppseta og at fáa floksimmunitet. At nøkur ikki vilja koppseta seg skal virðast, men tað skal ikki steðga okkum í, at fáa ein vanligan gerandisdag aftur, verður sagt

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-25 22:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Higartil hevur tað einki alment tilboð verið til fólkini í Vágum at fáa koppseting ímóti Korona í Vágum. Tað vilja Vága- og Sørvág kommuna nú gera okkurt við, verður sagt í tíðindaskrivi í kvøld.

Vága- og Sørvágs kommuna hava sent fyrispurning til landið um at fáa kopseting framda í Vágum.

- Við tí vón, at fleiri koppseta seg, og harvið kunnu fyritøkur, ítróttarfeløg, skúlar, barnagarðar, vøggustovur, frítíðarskúlar og onnur í samfelagnum hjá okkum her vesturi virka meira frítt, og vit vilja nærkast tí normala, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Vágar eru serliga útsett tí flogvøllurin liggur í Vágum, og harvið ferðast flest øll ferðafólk ígjøgnum kommunurnar í Vágum, vilja kommunurnar vera við.

Við hesum tiltakið saman við tí almenna, vóna kommunurnar í Vágum, at vera fyrsta oyggj sum fær floksimunitet, sum er málsetningurin hjá tí almenna myndugleikanum.

At nøkur ikki vilja koppseta seg skal virðast, men tað skal ikki steðga okkum í, at fáa ein vanligan gerandisdag aftur, sigur borgarstjórin til enda.

Kommunurnar í Vágum hava ikki fingið nakað ordiligt aftursvar enn frá tí almenna enn, men vóna at fáa tað skjótt. Tí kommunurnar halda, at borgarar, fyritøkur og felagsskapir hava havt nokk stríð av koronu.

Sambært almennu hagtølunum eru tey væl við í Vágum. 78 prosent av fólkatalinum hevur fingið fyrsta prikið og 58 prosent hevur fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder