Uttanlands

Vilja skerja ávirkanina hjá QAnon-stuðli í Kongressini

Marjorie Taylor Greene er ein krabbasvullur flokkin, sigur republikanski leiðarin

Marjorie Taylor Greene (Mynd: EPA)

Marjorie Taylor Greene (Mynd: EPA)

2021-02-04 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag verður ein roynd gjørd at skerja politisku ávirkanina hjá nývalda republikanska liminum í umboðstinginum, Marjorie Taylor Greene, ið opið stuðlar QAnon felagsskapinum.

Steny Hoyer, ið er leiðari fyri demokratiska meirilutan í tinginum hevði í gjár ein fund við republikanska leiðaran í umboðsmannatinginum, Kevin McCarthy.

Hoyer sigur, at eingin annar møguleiki er, enn at halda eina atkvøðugreiðslu í dag um at taka nevndarsessir frá umstrídda republikanska tingliminum, og harvið veingjaskerja hana politiskt. Eitt talsfólk hjá McCarty sigur, at málið nú verður tikið upp í republikanska flokkinum.

Greene hevur fingið fleiri ábreiðslur frá báðum síðum í amerikanskum politikki, teirra millum frá sterka republikanska senatorinum, Mitch McConnell.

Í eini samrøðu við miðilin The Hill ávarar McConnel um, at nývaldi kongresslimurin úr Georgia stuðlar “sinnissjúkum lygnum og konspirasjónsteorium”. Hon er “ein krabbasvullur fyri republikanska flokkin”, sigur republikanski leiðarin í Senatinum.

- Ein persónur, ið sigur, at onki flogfar rakti Pentagon 11. september, at ræðuligu skúlasjótingarnar vóru tilrættislagdar, og at Clinton-hjúnini eiga ábyrgdina fyri, at flogfarið hjá JFK junior datt niður, hoyrir ikki heima í veruleikanum, segði McConnell.

Greene svaraði sjálv aftur á Twitter:

- Verulig krabbasvullurin fyri republikanska flokkin eru veikir republikanarar, ið bert vita hvussu teir kunnu tapa við stíli. Hetta er orsøkin til at vit missa land okkara, skrivaði hon.

Green hevur stuðlað eini røð av konspirasjónum, sum eitt nú QAnon-rørslan er komin fram við. Eisini uppáhaldini hjá Donald Trump um, at valsvik fór fram á forsetavalinum. Hon hevur eisini viðmælt dagføringum á sosialum miðlum við áheitanum um at drepa Nancy Pelosi og Barack Obama.

Greene varð varð vald í eina kongressnevnd fyri útbúgving. Men hetta skapti fitt av øsing, tí Greene fyrr hevur sagt, at fleiri at skottilburðunum á amerikanskum skúlum ikki eru hendir í veruleikanum. Hon situr eisini í fíggjarætlanarnevndini.

Hon hevur gjørt vart við seg, sum ein av teimum amerikansku politikarunum, ið liggur ytst til høgru.

Donald Trump stuðlar henni, og hevur kallað Green fyri “eina framtíðar stjørnu og ein veruligan vinnaara”.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder