Mentan

LGBT Føroyar ikki partur av minnilutafestivalinum

LGBT Føroyar afturvísir í dag, at Faroe Pride hevur roynt at koma inn í Havnar Bio við einum tiltaki

2021-07-22 12:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað sigur felagsskapurin í einari rætting til eina útsøgn hjá eigarunum av Havnar Bio á in.fo í gjár.

- LGBT Føroyar skipar fyri Faroe Pride, og vit hava ikki verið í sambandi við Havnar Bio um nakað yvirhøvur. Vit hava ongar ætlanir havt um nakað, sum hevur við Havnar Bio at gera, og tí undrar tað okkum, at eigarin av Havnar Bio sigur hetta. Vit hava ongan hug at trokað okkum inn nakranstaðni, har vit ikki eru vælkomin.

- Tað einasta, sum LGBT Føroyar hevur gjørt, er at gera eina felags skrá saman við FIMFF yvir alt, sum fer fram 27. juli, og har varð ein sýning hjá filmsfestivalinum FIMFF orðað sum ein Pride sýning. Havnar Bio helt tað verða ov nógv fyri seg at verða nevnt í somu skrá sum Faroe Pride og LGBT Føroyar og hevur tískil slitið samstarvið við FIMFF.

LGBT Føroyar er ikki partur av filmsfestivalinum, og tí harmar tað okkum, at illviljin, sum Havnar Bio hevur mótvegis LGBT Føroyar og okkara søk, skal ganga útyvir tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, fólkini handa FIMFF hava gjørt í áravís. LGBT Føroyar heitir á øll, sum vilja stuðla okkara søk, um at stuðla FIMFF og fara til sýningarnar hjá teimum í Perluni, sigur felagsskapurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder