Innanlands

Vilja hava løgmann og Jenis av Rana í samráð

Høgni Hoydal og Heðin Mortensen vilja millum annað vita hví fjarskiftismál skal koma undir danska lóggávu

Høgni Hoydal (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høgni Hoydal (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-05-27 19:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Høgni Hoydal og Heðin Mortensen hava sent áheitan til Bill Justinussen, formann í uttanlandsnevndini, um at fáa Bárð á Steig Nielsen, løgmann, og Jenis av Rana, landssýrismann í uttanrikismálum í samráð.

Í brævi, sum andstøðutinglimirnir hava sent Bill Justinussen stendur, at samráði skal snúgva seg um samskifti, samráðingar og avgerðir landsstýrisins í málinum um fjarskiftisnet, 5G-tøkni og trygdar- og verjupolitikk. Samskifti og samráðingar við donsku stjórnina og aðrar útlendskar stjórnir og myndugleikar um hesi mál.

Og um hví og við hvørjari heimild løgmaður sendir út tíðindaskriv um, at fjarskiftismál og avgerðir um hetta, sum er føroyskt málsøki, skal gerast partur av trygdar- og verjupolitikki og koma undir danska lóggávu.

Eisini vilja teir vita hví landsstýrið ikki hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndini um hesi mál sambært stýrisskipanarlógini §54.

- Síðani løgmaður sendi tíðindaskriv út um málið 13. mai 2020, hava umboð fyri bæði andstøðuflokkar og samgonguflokkar alment funnist at boðskapinum og framferðini hjá løgmanni.

- Formaðurin í Uttanlandsnevndini hevur reist spurningin um, hvørt løgmaður hevur hildið ráðførslukravið sambært Stýrisskipanarlógini §54. Enn hevur landsstýrið ikki biðið um ráðførslu í hesum týðandi máli, skriva teir báðir í brævinum.

- Tí heita vit á formannin og allar nevndarlimirnar um at taka undir við at biðja løgmann og landsstýrismannin í uttanríkismálum um at koma á fund í Uttanlandsnevndini at svara spurningum um málið.

Fyri at fáa hetta í lag, krevst at fimm nevndarlimir taka undir við hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder