Vil vita, um tað fær avleiðingar fyri Jenis

Hetta er niðrandi fyrst og fremst ímóti samkyndum, men eisini ímóti teirra familjum og vinfólki, tí soleiðis tosar man ikki um fólk, sigur Aksel V. Johannesen, sum hevur sent løgmanni fyrispurning um málið

Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-25 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er komið dátt við hjá fleiri, at Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum kom við útsøgn um, at hann ikki fór at peika á Søren Pape Poulsen, um flokkurin fekk ein sess á fólkatingi.

Orsøkin er, at Søren Pape Poulsen er samkyndur.

Hesum kunnu vit ikki liva við, heldur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum hevur vent sær til løgmann og spyr, um hetta fær avleiðingar fyri Jenis av Rana, sum eisini er uttanríkisráðharri.

- Vit kunnu ikki liva við, at okkara uttanríkisráðharri – okkara andlit úteftir – tosar soleiðis um samkynd. Hetta er niðrandi fyrst og fremst ímóti samkyndum, men eisini ímóti teirra familjum og vinfólki. Eg havi tíbetur álit á, at flestu føroyingarnir eru ósamdir við landsstýrismannin í uttanríkismálum, og at føroyingar eisini duga betri fólkaskikk enn Jenis av Rana. 

- Tí soleiðis tosar mann ikki um fólk, skrivar Aksel V. Johannesen.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum vil vita, um Bárður á Steig Nielsen er samdur við uttanríkisráðharranum. Um nei, vil hann vita, um hetta fær avleiðingar fyri landsstýrismannin ella um tað er so, at landsstýrisfólk kunnu siga hvat sum helst.

- Ein uttanríkisráðharri er andlitið úteftir hjá landsstýrinum, og tí myndar hann serliga stóran part av landsstýrinum, skrivar Aksel V. Johannsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder