Innanlands

Vil vita hvat stendur í metingini hjá Rambøll

Steffan Klein Poulsen vil hava Jørgen Niclasen at greiða frá, hvør niðurstøðan hjá Rambøll um tunlarnar norður um fjall er. Støðumeting varð gjørd í desember, men enn hevur ikki borið til hjá almenninginum at sæð hana

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-04 14:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvør er niðurstøðan í støðumetingini hjá uttanhýsis serfrøðini, Rambøll, av tunlunum norður um fjall. Tað vil miðflokkatingmaðurin Steffan Klein Poulsen hava at vita. Í einum grein 52 fyrispurningi til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum spyr hann um metingina hjá Rambøll.

Hann vil eisini hava at vit hvørjum standi sambært Rambøll, tunlarnir eru í og hvørji tilmæli eru fyri Hvannasundstunnilin og Árnafjarðartunnilin.

Steffan Klein Poulsen, sum sjálvur er úr Hvannasundi spyr eisini landsstýrismannin, um tað er trygt og forsvarligt at koyra ígjøgnum tunlarnar sambært støðumetingini hjá Rambøll.

Ein borgari hevur biðið um innlit í niðurstøðuna hjá Rambøll, men hevur fingið noktandi svar frá Landsverki.

Tunlarnir eru millum elstu tunlarnar í Føroyum, og sambært Steffani Klein Poulsen er trygdin lítil og eingin.

- Tunlarnir norð um fjall vera skjótt elstu tunlarnir, sum vera brúktir í Føroyum, tá tað er koyrandi gjøgnum Hvalbiartunnilin. Árnafjarðartunnilin, sum knýtir Árnafjørð til Klaksvíkina, er frá 1965 og Hvannasundstunnilin, sum knýtir alt øki eystan Múla, t.v.s. Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði og aðrar smáar bygdir, til Klaksvík, bleiv liðugur í 1967. Trygdin er lítil og ongin í tunlunum. Tað kemur eisini fyri at grót dettur niður inni í tunnlunum, skrivar tingmaðurin.

Hann sigur tað vera av stórum týdningi at síggja niðurstøðuna hjá Rambøll.

- Støðumetingin frá hesari uttanhýsis serfrøði kann staðfesta, hvussu standurin er í tunnlunum. Tað hevur stóran týdning at síggja, hvør niðurstøðan er í støðumetingini hjá Rambøll, og um tað er nóg trygt at koyra gjøgnum tunlarnar norð um fjall, stendur í viðmerkingunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder