Uttanlands

Vil hava valúrslitið ógildað

Tað er ómøguligt at viðurkenna úrslitið. Eg vil biðja um, at valið verður ógildað, sigur Flávio Bolsonaro.

Flávio Bolsonaro segði í røðu í gjárkvøldið, at hann kann ikki viðurkenna valúrslitið (Mynd: Adriano Machado/Reuters/Ritzau Scanpix)

Flávio Bolsonaro segði í røðu í gjárkvøldið, at hann kann ikki viðurkenna valúrslitið (Mynd: Adriano Machado/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-10-26 09:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Flávio Bolsonaro, sum í gjár tapti brasilska forsetavalið móti sitandi forsetanum, Luiz Lula Inácio da Silva, vil hava valúrslitið ógildað.

– Tað er ómøguligt at viðurkenna úrslitið. Eg vil biðja um, at valið verður ógildað, segði hann í røðu í høvuðsstaðnum Brasilia sambært Ritzau.

Sambært brasilska valmyndugleikanum fekk 80 ára gamli Lula 51,8 prosent av atkvøðunum, meðan 45 ára gamli Bolsonaro fekk 48,2.

Bolsonaro sigur seg ikki kunna góðtaka, at brasilski hægstirætturin í gjár avgjørdi at hava valstøðini opin tveir tímar longur. Avgerðin varð tikin eftir áheitan frá umboðum hjá Lula, sum vildu vera við, at myndugleikar í fleiri býum avmarkaðu atgongdina til almennu samferðsluna fyri at forða veljarum í at koma fram til valstøðini.

Sostatt stongdu fleiri valstøð fyrst klokkan 22 føroyska tíð.

Les eisini: Brasil: Lula vann á Bolsonaro



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder