Uttanlands

Týskland: "Arnarreiðrið" fingið stóran skaða

Ætlanin er, at Kehlsteinhaus, sum varð bygt til nasistarnar í 1938, skal byggjast uppaftur.

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-25 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kehlsteinhaus, eisini nevnt "Arnarreiðrið" hjá nasistunum, hevur fingið umfatandi skaða, eftir at eldur kyknaði í bygninginum fríggjakvøldið, men eingin fólkaskaði var.

Tað upplýsir týska løgreglan og tilbúgvingin í økinum sambært fleiri tíðindastovum.

Fráboðanin um eldin kom fríggjakvøldið, og umleið 200 sløkkiliðsfólk vórðu send út til Kehlsteinhaus, sum liggur í statinum Bayern. Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at eldurin var sløktur.

Ætlanin er, sambært innlendismálaráðharranum í Bayern, Joachim Herrmann, at bygningurin skal byggjast uppaftur, og verður tosað við lokalar myndugleikar og søgufrøðingar um hetta.

Løgreglan hevur handtikið ein persón í sambandi við eldsbrunan. Talan er um ein 33 ára gamlan týskan mann, sum hevur tilknýti til økið.

Løgreglan heldur ikki, at nakað politiskt liggur aftanfyri, heldur kann talan vera um sálarsjúku, sigur eitt talsfólk hjá løgregluni.

Kehlsteinhaus, sum liggur nær við býin Berchtesgadenstóð í Bayern stóð liðugur í 1938 og varð bygdur til tiltøk hjá nasistaflokkinum. Eisini varð bygningurin brúktur av Adolf Hitler.

Síðan 1952 hevur húsið, sum í dag er ogn hjá statinum Bayern, verið brúkt sum matstova og er vorðið eitt vælumtókt ferðamál. Sambært Ritzau fær húsið umleið 350.000 vitjandi um árið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder