Vil hava tríggjar milliónir í eykajáttan til Fámjinstunnil

Verkætlanin skal gerast klár at bjóða út. Tríggjar milliónir skulu brúkast til endamálið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-06-11 12:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at kjakið í nakrar vikur millum serliga samgongulimir um Fámjinstunnil hevur tikið seg upp aftur, sæst nú fyrsta ítøkuliga úrslitið.

Í eykajáttanaruppskoti fyri juni biður Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálun, um tríggjar milliónir til Fámjinstunnilin.

- Mett verður, at kostnaðurin at gera verkætlanina klára at bjóða út er um 3 milliónir krónur. Í hesum er, at ein ráðgevi skal projektera rest, gera tekningar og rokna nøgdir, og tekur tað eitt hálvt ár at gera. Biðið verður eykajáttan á 3 milliónir krónur til endamálið, stendur í eykajáttanaruppskotinum.

Lagt hevur verið upp til at byrjað at bora Fámjinstunnilin tá Hvalbiartunnilin er boraður í gjøgnum. Hetta tí, at útgerðin longu er í oynni, og tað vildi gjørt verkætlanina bíligari.

Annars hevur verið sagt í fleiri ár, at tá Hvalbiartunnilin er liðugt boraður standa tunlarnir Norður um Fjall fyri tørni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder