Innanlands

Vil hava hagtøl yvir avlýsingar hjá Smyrli

Bjarni Hammer hevur biðið Jørgen Niclasen, landsstýrismann koma við hagtølum, sum vísa, hvussu nógvar avlýsingar hava verið á Suðuroyarleiðini síðan 1990

Smyril (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Smyril (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-23 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Avlýsingar á Suðuroyarleiðini eru blivnar ein afturvendandi trupulleiki hjá teimum, sum búgva og virka í Suðuroynni og øllum, sum brúka farleiðina í síni heild, og tey, sum minnast aftur í tíðina siga seg ikki hava upplivað so nógvar avlýsingar sum nú.

Tað sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum vil hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum at koma við hagtølum yvir avlýsingar á Suðuroyarleiðini.

– Spurningurin er, um hetta er nakað, sum hevur vundið uppá seg seinastu árini, ella um tað altíð hevur verið soleiðis (...) gott hevði verið at fingið innlit í veruligu tølini, sigur Bjarni Hammer í viðmerking til ein §52a fyrispurning.

Bjarni Hammer vil hava at vita frá Jørgeni Niclasen, hvussu nógvar avlýsingar hava verið á Suðuroyarleiðini frá 1990 til í dag. Eisini vil hann vita, hvussu avlýsingarnar býta seg mánaðarliga og árliga fyri hvørt einstakt skip á leiðini, harímillum avloysaraskip.

Spurningurin skal svarast í seinasta lagi 2. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder