Innanlands

Viðgerðin av løgmansrøðuni heldur fram

Tingfundurin verður uppafturtikin klokkan 10

2020-08-04 09:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Allan gjár var lívligt orðaskifti á tingi fyri at viðgera tað, sum løgmaður bar fram á ólavsøku og ætlanir, sum landsstýrið hevur lagt fyri dagin í hesum sambandi.

Serliga ætlanir um einskiljing og sølu av almennum ognum vóru viðgjørd undir orðaskiftinum í gjár.

Fram móti kvøldið í gjárkvøldið varð fundurin slitin, og viðgerðin verður uppafturtikin í dag klokkan 10.

Umframt aðalorðaskiftið, skulu eisini veljast limir í Norðurlandaráðið á tingfundinum í dag.

Orðaskiftið í løgtinginum kann fylgjast her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder