Innanlands

Video: Síðstu ferð eg taki undir við hesum

Samgongulimir boðaðu í tinginum í gjár frá, at kemur landsstýrismaðurin aftur í februar og biður um heimild at stongja matstovur og skeinkistøð, fara teir ikki at taka undir við hesum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-10 14:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í álitinum frá vinnunevndini framferðarháttinum hjá landsstýrismanninum átalaður, og í tinginum í gjár, komu eisini nøkur skot.

Jóhan Dahl, sum er partur av samgonguni, segði at hann hevði vónað, at tingið ikki fór at viðgerða hetta uppskotið einaferð afturat á henda hátt, og segði, at hetta var seinastu ferð, at hann tók undir við hesum.

- Tað verður hesaferð. Hetta verður síðsta skot í byrsuni, segði Johan Dahl úr Sambandsflokkinum.

Aðrir samgongulimir boðaðu eisini frá, at teir tóku undir við uppskotinum, men at hetta var seinastu ferð.

- Eg taki undir við tí hesaferð, men ikki kom aftur í februarmanað og bið um at leingja heimmilidina, segði Brandur Sandoy úr Fólkaflokkinum, og partamaðurin Jóhan Eli Poulsen segði tað sama.

Uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni um at fáa heimild at stongja matstovur og skeinkistøð var til aðru viðgerð í gjár, og varð samtykt við 14 fyri, og 12 ímóti. Samtyktin leingir heimilinda til 1. februar.

Triðja og seinasta viðgerð verður á tingfundinum í morgin.

Les eisini: Átaluvert at landsstýrismaðurin kemur við lóg á henda hátt

Les eisini: Meiriluti fyri at steingja mat- og skeinkingarstøð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder