Innanlands

Video: Høvdu vit ikki nakað til døgurða ein sunnudag, fór pápi vestur á Eiði og plaffaði fýra nátar niður

Tá var stórur munur á sunnudagsdøgurða og vanligum døgurða

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-02-26 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Javnaðartinglimurin úr Vági, Henrik Old, er eitt sindur øðvísi enn hini tingfólkini, og í vikuni, tá løgtingið viðgjørdi uppskot um samtyktar frá Ingilín Didriksen Strøm um matvørubanka, gav hann sína meining til kennar.

Matvøruspill er ein trupulleiki, og sambært Old verður torført at sleppa burturúr tí aftur.

- Eg vænti tað verður torført at sleppa burturúr hesum, um tað ikki kemur frá tí yngra endanum. Tað nyttar ikki at eg og aðrir byrja at meyla um, at nú skulu tit ikki eta hetta ella hatta. Tað má vera frá tí yngra endanum at tey finna útav at nú leggja vit eitt lítið sindur um.

Alt var øðrvísi ella betri fyrr.

- Tað er hopleyst at snakka um mín uppvøkstur, har vit “djanglaðu” gamlar nátar. Jamen tað var soleiðis, at høvdu vit ikki nakað til døgurða ein sunnudag, so fór pápi mín vestur á Eiði og plaffaði fýra nátar niður, og so sótu vit við teimum sunnudag og ótu.

- Og fyrr var eisini stórur munur á sunnudagsdøgurða og vanligum døgurða, greiddi hann frá.

Alt orðaskifti hoyrist á logting.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder