2018-07-20 09:41
Tann 24. og 25. juli skipar Extreme Faroe Islands fyri túrum upp á Risan, ein túr hvønn dagin.
Fyrireikingarnar til túrarnar upp á Risan 24. og 25. juli 2018 vórðu gjørdar fyrradagin, og tá høvdu teir fingið tyrluna at seta teir uppá toppin á Risanum, og myndatólið var við.
- Ikki er neyðugt við nøkrum klintriroyndum fyri at koma við, tú verður drigin uppá toppin við einum spæli. Øll klintriútgerð er við í prísinum. Enn eru nøkur pláss eftir, siga fyrireikararnir.
Til ber at lesa meira um túrin her: https://www.extremefaroeislands.com/l...
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald