2020-02-14 11:17
Tú sært rætt. Ein bingja fór fyrrapartin á sjógv í Tórshavnar Havn. Nógvur vindur er, og hetta er uttan iva orsøkin.
Á Nudlavirkinum, sum heldur til í J.H Schrøters gøtu, og sær beint oman á Tinganes, sóu tey bingjuna fara rekandi beint framvið Tinganesi.
Sleipibátar frá Mest hava fingið tamarhald á bingjuni, og hon er fingin upp á land aftur.
(Upptøka: Nudlavirkið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald