Innanlands

Viðarlund og trivnaðarøki gerast á Argjum

Hóskvøldið skal býráðið millum annað taka støðu til, um fýra milliónir krónur játtast til verkætlanina. Viðarlundin verður tætt við tær umleið 150 nýggju bústaðareindir omanfyri Argjahamar við Glyvursvegin.

2022-02-22 16:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Býráðið í Tórshavnar kommunu samtykti í fjørsummar at søkja Búnaðarstovuna um keyp av lendi til útstykking umframt viðarlund á Argjum. Talan er um at gera ein  150 nýggjar bústaðareindir omanfyri Argjahamar við Glyvursvegin. Hetta verður tætt og blandað byggjarí við rað- og randarhúsum og møguliga einstøkum sethúsum.

Heimari endin á Glyvursvegnum omanfyri Argjahamar móti rundkoyringini verður fluttur burturfrá havagørðunum og nakað niðaneftir. Samstundis verður ein viðarlund gjørd niðanfyri Argjahamar og heimeftir undir Glyvursvegnum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Í hesum sambandi skal ein ætlan nú gerast fyri komandi viðarlundina og trivnaðarøkið, soleiðis at tað verður væl skipað við trøum, plantum, lendisgøtum, uppihaldsøkjum við meira. Í hesum sambandi verða borgarar í kommununi eisini bodnir at luttaka í verkætlanini við at planta eitt træ í nýggju viðarlundini á Argjum.

- Ætlanin fyri viðarlundina og trivnaðarøkið á Argjum varð boðin út til veitarar innan lendisarkitektur. Fýra veitarar lótu inn tilboð, og umsitingin hevur biðið um heimild at samráðast við tveir teirra um at tillaga teirra uppskot, og so út frá samráðingunum taka avgerð um, hvør vinnur útboðið. Hóskvøldið skal býráðið tí taka støðu til at heimila umsitingini at fara í samráðingar við tilboðsveitararnar, umframt at játta 4 milliónir krónur til verkætlanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder