Innanlands

Viðareiðis kommuna undirskrivað avtalu við MEA

Avtalan við MEA – húsið fyri familjumenning – fevnir um ókeypis foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi

2021-05-19 19:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Viðareiðis kommuna hevur undirskrivað avtalu við MEA – húsið fyri familjumenning, sum í næstum fer at bjóða foreldrum í kommununi ókeypis foreldraskeið.

Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi.

Avtalan millum Viðareiðis kommunu og MEA er eitt víðkað tilboð til borgarar í Viðareiðis kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannamálaráðið og MEA, har øll pør, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis par-skeið.

Marita Sumberg, borgarstjóri sigur, at tað hevur stóran týdning, at borgarar fáa bjóðað eitt slíkt tilboð, ið kann geva tryggleika og trivnað fyri foreldur og børn.

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, fegnast um at Viðareiðis kommuna eisini vil vera við til at styrkja undir familjuna, parlagið og foreldrasamstarvið eftir møguligan skilnað. Hon vísir eisini á, at hetta kann hava sera stóran týdning fyri børnini og trivnaðin í familjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder