Mentan

Við Bodil til Rom

Enn ein evropeiskur stórbýur á skránni hjá Filmsfelagnum

Bodil Jørgensen og Rolf Lassgård í høvuðsleiklutunum

Bodil Jørgensen og Rolf Lassgård í høvuðsleiklutunum

2024-02-22 10:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ferðing til evropeiskar stórbýir liggur í luftini, tá Filmsfelagið í februar hevur valt at vísa tveir nýggjar, men rættuliga ymiskar spælifilmar, sum fara fram í hvør sínum býi - hin fyrri var Paris og nú er ferðamálið Rom.

Tað er danski leikstjórin, Niclas Bendixen, sum hevur gjørt filmin, Rom, ið er um tilkomnu hjúnini Gerdu (Bodil Jørgensen) og Kristoffer (Kristian Halken). Orsøkin til ferðina til Rom er at halda brúdleypsdag, men eisini at enduruppliva býin, har Gerda einaferð las listasøgu.

Tey renna seg í karismatiska læraran hjá Gerdu, Johannes (Rolf Lassgård), sum heilt vist hevði annað samband við hana, enn bara tað undirvísingarliga.

Í æviga býnum verður hon førd aftur til lestrarárini og endurupplivur alt, sum tá var. Kristoffer verður koyrdur út á eitt síðuspor at klára seg sjálvan, meðan Gerda gongur gjøgnum gøturnar í Rom at finna aftur tey ungdómsár, hon langt síðan hevur mist.

Filmurin “Rom” verður sýndur í Havnar Bio mikudagin 28. februar kl. 20 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder