Innanlands

Vevmyndatól í Leirvík á altjóða heimasíðu

Nú fáa útlendingar møguleika at sita heima hjá sær sjálvum og njóta føroysku náttúruna

Mynd: Skyline Webcams

Mynd: Skyline Webcams

2019-06-12 15:56 Author image
Ari av Rana

Vakra føroyska náttúrðan hevur fanga eygað hjá nógvum útlendingum. Og nú sleppa fleiri at njóta vakra útsýnið norður í hav, tá sólin setur.

Eysturkommuna fekk ein fyrispurning nakað síðan frá Skyline Webcams um at fáa eitt vevmyndatól við útsýnið yvir Leirvík og norður í Djúpini. Tey ynsktu at fáa eitt vevmyndatól í Føroyum, og vóru bergtikin av vøkru føroysku náttúruni. Nú er nýggja vevmyndatólið sett upp.

Skyline Webcams er ein heimasíða við eini 60 mió. vitjandi um mánaðin og 750 vevmyndatólum kring allan heimin á kendum støðum so sum Rom, Venesia, Times Square í New York, Prag, Milano, Madrid, Athen, Las Vegas, Rio de Janeiro – og í Leirvík, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

Vevmyndirnar síggjast her.

placeholder
placeholder