Innanlands

Minningarhald sunnudagin: Lis Samuelsen og Vestmanna Sangkór

Vestmanna kirkja verður karmur um haldið sunnudagin 1. november klokkan 15. Kommunan bjóðar eisini øllum á minnisvarðan, har minnisplátur eru settar upp.

2026-10-30 14:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Allahalgannadag minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum. 

Minningarhald teirra sjólátnu verður í Vestmanna kirkju sunnudagin 1. november klokkan 15.

Lis Samuelsen, prestur, sigur nøkur orð og Vestmanna Sangkór framførir.

Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.

Kommunan bjóðar eisini øllum á minnisvarðan, har minnisplátur eru settar upp við nøvnum á teimum, sum eru farin í vanlukkum í Vestmanna, bæði á sjógvi og á landi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder