Mentan

Vestmannadagar 2020 avlýstir

Týskvøldið avgjørdi Vestmanna Bygdarráð at avlýsa Vestmannadagarnar, sum skuldu vera 14. – 20. september

Mynd: Vestmanna kommuna

Mynd: Vestmanna kommuna

2020-08-29 15:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vestmanna Bygdarráð avgjørdi týskvøldið 25. august endaligt at avlýsa Vestmannadagarnar 2020, sum skuldu vera í døgunum 14. – 20. september.

Orsøkin er smittuvandin í sambandi við korona.

– Vestmannadagarnir hava verið fyriskipaðir síðani 2013, og undirtøkan øll árini hevur verið sera góð. Tað er tí sera harmiligt at muga taka hesa avgerð, men vit meta tað ikki vera rætt at skipa fyri tiltøkum gjøgnum eina heila viku, sum savna sera nógv fólk, skrivar Vestmanna kommuna.

Tey, sum hava keypt atgongumerki til konsertina Rokkur í Vestmanna, fáa peningin afturgoldnan í komandi viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder