Innanlands

Vestmanna skúli stongdur til 6. desember

Hetta verður gjørt fyri at basa koronasmittuni á skúlanum

2021-11-24 18:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongin skúlagongd verður á Vestmanna skúla í morgin. Skúlin letur ikki uppaftur fyrr enn mánadagin 6. desember.

Skúlaleiðslan á Vestmanna skúla hevur í dag tikið støðu til at lata skúlan aftur í hálvaaðru viku fyri at koma koronasmittuni til lívs.

Í fráboðan til foreldrini skrivar skúlaleiðslan, at hetta verður gjørt fyri at basa koronasmittuni, sum hevur gjørt um set á skúlanum í eina tíð.

- Nú eru rættiliga nógv smittað, og Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevur verið í samband við skúlan í dag, og er komin við hesum boðum:

Vestmanna skúli steingir vegna koronu frá hósdegnum 25.11.2021 til og við 5. 12.2021. Landslæknin heitir staðiliga á foreldur um at hava børnini heima hetta tíðarskeiðið, fyri at vit kunnu basa smittuni.

- Mint verður eisini á um at lata tykkum pota fyri koronu.

Tá skúlanæmingarnir møta aftur til vanliga skúlagongd 6. desember er umráðandi, at øll, sum møta í skúlanum hava negativa koronutest, ella eru vorðin frísk aftur av koronu, stendur í fráboðanini.

Hetta tíðarskeiðið meðan skúlin er stongdur fylgja 1. til 4. flokkur vikuætlanini, og gera tey skúlatingini heima, sum har standa. 5. til 10. flokkur fáa undirvísing umvegis Meet.

Í morgin verða skúlastovurnar opnar í grund og miðdeildini frá kl. 14 til 16, so foreldur kunnu fara í skúlan eftir bókunum, skrivar heimasíðan hjá Vestmanna kommunu.


placeholder
placeholder