Innanlands

Vestmanna kommuna setur góðar 13,5 milliónir av til íløgur í 2023

Samlaðu inntøkurnar hjá Vestmanna Kommunu eru í 2023 mettar til at vera hægri enn útreiðslurnar

Størsta íløgan er í havnarlagið - skúlin skal eisini undir umvæling. Skattaprosent og barnafrádráttur standa í stað (Mynd: vestmanna.fo)

Størsta íløgan er í havnarlagið - skúlin skal eisini undir umvæling. Skattaprosent og barnafrádráttur standa í stað (Mynd: vestmanna.fo)

2022-12-02 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Á bygdarráðsfundi 23 november 2022 samtykti Vestmanna Bygdarráð fíggjarætlanina fyri 2023, sum er merkt av stórum íløgum í bátabrúgvar, nýggj gravarpláss og fyrireikingar í samband við at Vestmanna Skúli stendur fyri eini høvuðsumvæling.

Hetta skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari, har yvirlit er yvir høvuðstølini.

Greitt er millum annað, at skattaprosentið verður óbroytt( 21,25 prosent), at barnafrádrátturin verður verandi á 5.000 krónum, og at gjaldið fyri barnaansing verður tað sama, umframt at hvør familja framvegis bert rindar stovnsgjald fyri eitt barn.

Samlaðu inntøkurnar fara at liggja um 72 milliónir krónur, harav 52 milliónir eru inntøkur frá skatti. 

Raksturin verður beint omanfyri 40 milliónir krónur, og samlaður útreiðslurnar fara væntandi at liggja um 61,3 milliónir.

Íløgur í fleiri øki
Bygdaráðið í Vestmanna boðar frá, at samlað verða 13,5 milliónir nýttar til íløgur, harav tann størsta - 4,5 milliónir - er á havnaøkinum 

Mentunar- og trivnaðarøki:

Barna- og umgdómsøkið verður aftur uppraðfest komandi fíggjarár.

Dagstovnaøkið fær reiðskapsskúr og nýggjar útileikur, umframt at økið um barnagarðin verður víðkað. Lønarútreiðslurnar á dagstovnaøkinum eru uppraðfestar í samband við at 1. flokkur fær styttan skúladag.

Umframt nýggj vindeygu er Staðið uppraðfest við einum leiðara burturav, sum skal menna ungdómshúsið við enn fleiri tilboðum.

Vestmanna Skúli er slitin, og tilgongdin til eina høvuðsumvæling heldur áfram. 1,5 millión er sett av til fyrireiking av verkætlanini.

Bókasavnið og skiftið til LED-ljós í skúlanum er raðfest, og flokshølir verða dagførd við nýggjum innbúgvi, umframt at peningur er setur av til luftkøliskipan til flokkshølið omanfyri svimjihylin.

Nýggj bílingsskeltir eru aftur raðfest komandi ár.


Havnin: 

Størsta íløgan í 2023 er á havnaøkinum, og eru góðar 4,5 milliónir krónur settar av til útvegan av tveimum nýggjum bátabrúgvum, umframt dýping av bátahylinum v.m.

Neystið í Grótbrotinum í Stóragerði er raðfest, og iltfløskurnar hjá Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði verða dagførdar.


Tekniska økið:

Knappar 3,3 milliónir eru settar av til útvegan av fleiri gravarplássum, umframt at økið kring Minnisvarðan er raðfest við eini minni upphædd.

Høvuðsraðfestingin á tekniska økinum er í samband við vatntrupulleikar, og er slakar 800.000 kr. settar av, umframt at raksturin til vegir, vanveiting og kloakk hækkar munandi komandi ár.

Fiskastykkið við John´sa handil er raðfest og verður gjørt liðugt komandi ár.


Vestmanna kommuna boðar eisini frá, at tað eru avsettar størri og minni upphæddir til endurgjald fyri lendir, ferslutrygd, gongubreyt, viðlíkahald av gøtum, gjógvaráætlanin og fríðkan av bygdini.

Avlop á 152.000 fer til at gjalda skuld niður. Øll fíggjarætlanin hjá kommununi fyri 2020 sæst her




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder