Uttanlands

Verjumálaráðharrar í USA og Russlandi hava tosað saman

Seinast Lloyd Austin og Sergej Sjojgu tosaðu saman í telefon áðrenn í gjár var 18. februar, eina lítla viku áðrenn kríggið í Ukraina byrjaði

Lloyd Austin, amerikanskur verjumálaráðharri (Mynd: EPA)

Lloyd Austin, amerikanskur verjumálaráðharri (Mynd: EPA)

2022-05-14 17:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin og russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu tosaðu í gjár saman í telefon fyri fyrstu ferð síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar.

Í hesum sambandi kom Austin við áheitan um vápnahvíld í Ukraina, og undirstrikaði hann týdningin av at varðveita samskiftið, sigur John Kirby, talsfólk hjá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon sambært Ritzau.

Tað var amerikanski verjumálaráðharrin, sum setti seg í samband við russiska starvsbróðir sín. Seinast hesir báðir tosaðu saman var 18. februar. Sambandið millum partarnar hevur tó ongantíð verið slitið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder