Bretski sjónleikarin og skemtarin, Russell Brand, varð í dag dømdur tíggju ár og seks mánaðir í fongsul fyri valdstøku og fleiri kynslig brotsverk. Tað skrivar BBC í dag.
Russel Brand var í síðstu viku dømdur sekur í einari neyðtøku og trimum málum um kynslig brotsverk. Samstundis varð hann frídømdur í tveimum ákærum um valdstøku og eini um kynsligt brotsverk. Valdstøkan varð fram í 2009 av einum 21 ára gomlum fjeppara.
Hendingarnar, sum hann varð dømdur fyri, fóru fram millum 2004 og 2009.
51 ára gamli Russell Brand kendur í bretskum sjónvarpi og útvarpi. Hann hevur fyrr verið giftur við amerikansku sangarinnuni, Katy Perry.
Hann hevur verið við í fleiri filmum, eitt nú “Get Him to the Geek” í 2010 og “Arthur”í 2011.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald