Innanlands

Heystkvøldseta á Kambsdali týskvøldið

Miðnám á Kambsdali bjóðar til árligu heystkvøldsetuna týskvøldið 10. november klokkan 19. Borðreitt verður við eini fjølbroyttari skrá við undirhaldi, tónleiki og forvitnisligum innsløgum.

2026-11-09 17:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Høvi verður at hoyra nógvan góðan tónleik frá næmingum í tónleiki á A- og B-stigi, og skúlakórið framførir.

Filmar, ið næmingar hava framleitt í miðlakunnleika verða vístir, og næmingar í evnafrøði fara at gera eina spennandi evnafrøðiliga roynd á pallinum.

Kvøldseturnar á Kambsdali eru almenn tiltøk, har tú fært innlit í fjølbroytta virksemið á skúlanum og høvi at uppliva góðu umstøðurnar.

Tiltakið er ókeypis, og ókeypis drekkamuður verður eisini at fáa. Høvi verður eisini at heilsa uppá næmingar, lærarar og lestrarvegleiðarar.

Miðnám á Kambsdali

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder