Innanlands

Venjingarmiðstøðin við Margáir boðin út

Sunda kommuna samtykti í síðstu viku at bjóða hølið, sum er 240 fermetrar til støddar, út til rakstur. Møguleiki er eisini at bert bjóða uppá at fáa til vega útgerð, uppsetan og viðlíkahald

Freistin at lata tilboð inn til Sunda kommunu er 10. august (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Freistin at lata tilboð inn til Sunda kommunu er 10. august (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-06 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin í síðstu viku samtykti ein meiriluti í býráðnum í Sunda kommunu, at venjingarmiðstøðin sum er gjørd við Margáir skuldi bjóðast út. Tað hevur leingi verið ivamál um, júst hvussu leisturin skal vera við hølunum, har EB/Streymur partvíst húsast.

Nú hevur kommunan á heimasíðu sínari bjóða venjingarmiðstøðina út

- Uppgávan umfatar at fáa til vega útgerð, uppsetan, viðlíkahald og rakstur av venjingarmiðstøðini. Um møguleiki ikki er fyri at átaka sær raksturin av venjingarmiðstøðini, er møguligt bert at bjóða upp á at fáa til vega útgerð, uppsetan og viðlíkahald.

Tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi á middegi 10. august, boðar Sunda kommuna frá.

Hølið er 240 fermetrar til støddar, við tilhoyrandi vesi og skiftingarrúmum í felagshúsinum við Margáir. Ætlanin er, at ítróttarfólk og nógv onnur skulu hava møguleika at fáa gleði av teimum.

- Eg eri glaður fyri, at ein meiriluti sá tørvin á, at vit fáa hetta tilboðið til vega, bæði tá hugsað verður um ítróttarfólk, men ikki minst tá talan er um okkara eldru, veiku og tey, ið hava skerdar førleikar. Hetta fer at tryggja at vit øll, líkastillað, fáa møguleikan at varðveita eina sunna og góða heilsu komandi árini, bæði likamliga og sálarliga,

Hetta skrivaði Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri og formaður í Trivnaðarnevndini á Facebook-síðu sínari í síðstu viku. Tað var hann, ið reisti málið í nýggju setuni.

[object Object]
Mynd: sunda.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder