Innanlands

Veitsludøgurði í Norðurlandahúsinum

Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða í kvøld. Krúnprinsahjúnini komu fyri løtu síðani

2018-08-23 19:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri lítlari løtu síðani byrjaði veitsludøgurði í Norðurlandahúsinum, har løgmaður og frúan eru vertir.

Krúnprinsahjúnini vóru sjálvsagt tey síðstu, sum møttu upp, men annars er talan um høg og lág ymsastaðni - fyri tað høg og fyri tað mesta innan tað almenna. Løgtingsfólk, landsstýrisfólk, fólk úr umsitingini og annars fólk, sum eru knýtt at vitjanini.

Á skránni í kvøld er ymiskt undirhald, og endað verður við føroyskum dansi.

Møguleiki er hjá pressuni at sleppa inn í veitslusalin nakrar ferðir gjøgnum kvøldið, so fleiri myndir verða at síggja her á Portalinum so hvørt.

 

 

placeholder
placeholder