Innanlands

Vegurin til Oyndarfjarðar stongdur

Heldur ikki er koyrandi til fleiri aðrar bygdir í morgun

(Mynd: KvF)

(Mynd: KvF)

2023-03-14 07:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kavaruddararnir hjá Landsverki hava havt úr at gjørt í nógva kavanum í nátt ogí morgun.

Bilar hava staðið fastir í Vágum og á Oyndarfjarðarvegnum, sum ikki sluppu víðari fyrr enn teir fingu hjálp frá gravimaskinunum hjá Landsverki.

Í morgun er ikki koyrandi til Oyndarfjarðar, og Landsverk heitir á bilførar um at lata vera við at gera royndina at koma yvirum, meðan Landsverk arbeiðir við at grava bilar leysar.

Tað er heldur ikki koyrandi til Skælings, Gjáar, Elduvíkar, Tjørnuvíkar, Haldórsvíkar, Saksunar, Dals og Skarvanesar.

Við Gøtugjógv er bert eitt farspor tøkt í løtuni. Ferðslan kann vera tarnað av hesum í morgun.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder