Innanlands

Veðrið ávirkar Strandferðsluna

Bygdaleiðirnar 701 og 481 eru ávirkaðar av veðrinum, og í løtuni er heldur eingin sigling á leið 85

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-10 07:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í morgun er Strandferðslan ávirkað av illveðrinum.

Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni verður boðað frá, at har fyribils eingin koyring er millum Fámjin og Tvøroyri á leið 701. Heldur ikki er nøkur koyring á leið 481 – millum Skálabotn og Oyndarfjørð – í morgun. Møguliga verður koyringin tikin uppaftur seinnapartin, verður sagt.

Fyri veður er fyribils heldur eingin sigling á leið 85 millum Skopun og Gomlurætt. Møguliga verður ein túrur sigldur seinnpartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder