Innanlands

Veðrið ávirkar siglingina hjá Teistanum

Fleiri túrar hjá Teistanum millum Gomlurætt, Skopun og Hest verða ikki sigldir seinnapartin

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-18 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Strandferðslan boðar í dag frá fleiri avlýsingum hjá Teistanum seinnapartin. Orsøkin er veðrið.

Á leiðini millum Skopun og Gomlurætt verða túrarnir av Gomlurætt klokkan 15.50 og 17.20, og úr Skopun klokkan 16.35 og 18.35 ikki sigldir.

Á Hestleiðini eru túrarnir av Gomlurætt klokkan 14.30 og 19.10 og úr Hesti klokkan 14.50 og 19.30 ikki sigldir.

Síðsti túrur av Gomlurætt áðrenn steðgin verður klokkan 13.15, og síðsti túrurin úr Skopun verður klokkan 14. Síðani verður siglt aftur av Gomlurætt klokkan 20 og eftir ætlan verður siglt sambært ferðaætlan tað, ið eftir er av kvøldinum, skrivar Strandferðslan.

Hasfjord siglir ongan túr á leið 85 í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder