placeholder
Innanlands

Vatnið í Sandá grátt

Í farnu viku var vatnið í Havnará grátt, nú er Sandá grá

(Mynd: Andrias Joensen)

(Mynd: Andrias Joensen)

2018-07-10 10:55 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í farnu viku var vatnið í Havnará grátt, og nú er vatnið í Sandá grátt. 

Tórshavnar Kommunan fær javnan fráboðanir frá borgarum um, at áir og løkir eru dálkað av olju, máling, betong v.m. Kommunan sigur á heimasíðuni, at sløkkiliðið hjá kommununi fer altíð á staðið, tá tílíkar fráboðanir koma inn og roynir at basa dálkingini við at finna orsøkina ella kelduna til dálkingina.

- Vit hava eina fráboðan um tað og eru í ferð við at kanna málið, sigur kommunan í morgun. 

Orsøkin til, at vatnið í Havnará var grátt í farnu viku, var byggivirksemi. Spillivatn ella skitið vatn frá byggiplássum skal ikki verða leitt í vegristir og harvið út í áir og løkir, tí runuvatn og betong skal ikki leiðast í áir. Tað vísir seg tó at koma meir enn so fyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder