Javnaðarflokkurin boðar frá, at tey stilla upp við reinum fólkatingslista. Tað merkir, at tey valevni sum nú hava bjóðað seg fram til valið at umboða Føroyar á fólkatingi 24. mars, ikki stilla upp til løgtingsvalið, sum verður tveir dagar seinni, 26. mars.
Stóri atkvøðuslúkurin á fólkatingi, Sjúrður Skaale, hevur verið frammi og sagt, at hann bara stillar upp til fólkatingið, og í kvøld eru átta javnaðarfólk komin afturat honum á listanum.
- Í øðrum flokkum stilla fólk upp, sum bæði vilja veljast á Løgting og á Fólkating. Veljarin veit als ikki hvat hann fær, um hann velur hesar flokkar á fólkatingsvalinum, sigur Javnaðarflokkurin.
Hinir flokkarnir raðfesta sostatt als ikki fólkatingssessin. Og teir møguleikar, sessurin gevur, fara ikki at verða nýttir til fulnar, um teimum eydnast at troðka Javnaðarflokkin burtur, vil flokkurin vera við.
Tey sum stilla upp til fólkatingsvalið fyri Javnaðarflokkin eru hesi:
Frá vinstru: Signild V. Johannesen, Óli Jákup Jacobsen, Kim Durhuus, Heini Kristiansen, Artur Johansen, Birna Heinsen, Sjúrður Skaale, Ólavur Larsen og Sólfríð Bech Hamerfoss.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald