Sjálvstýri, sum av øllum alvi roynir at aftur at gerast ein leikari á politiska leikvøllinum, hevur fingið eitt kent navn í Suðuroy upp á valevnislistan til løgtingsvalið.
Talan er um Pól Arna Holm av Tvøroyri, sum í almenninginum er mest kendur sum sangari í fyrst rokkbólkinum Týr og nú í bólkinum Hamradun. Lokalt er hann kanska líka so kendur sum leiðari fyri Føroya Eftirskúla.
Sjálvstýri skrivar í dag, at eitt av hjártamálunum hjá Pól Arna er at arbeiða fyri, at Suðuroyggin verður knýtt til meginøkið, so Suðuroy kann gerast ein natúrligur partur av samlaða føroyska arbeiðs-, útbúgvingar- og bústaðarmarknaðinum.
Við sínum eldhuga fyri menningini av Suðuroynni og einum sterkari Føroyum, verður Pól Arni Holm ein týðandi rødd hjá Sjálvstýri, skrivar flokkurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald