Innanlands

Varpa ljós á hjartasjúku hjá børnum

Mikukvøldið skipar Hjartabarnið fyri almennum tiltaki í MEGD-húsinum, har Jesper Steensberg, yvirlækni í barnahjartasjúkum á Ríkissjúkrahúsinum, fer at greiða frá hjartasjúkum hjá børnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-21 16:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvørt ár verða uml. fimm føroysk børn fødd við hjartafeili. Ymiskt er, hvør hjartasjúkan ella feilurin er, og hvussu álvarslig støðan hjá børnunum er. Hjá summum er neyðugt við skurðviðgerð beinanvegin, meðan onnur ikki hava skurðviðgerð fyri neyðini, ella kunnu bíða til seinni.

Tvær ferður um árið kemur barnahjartalækni frá Ríkissjúkrahúsinum til Føroya at kanna hjartabørn og meta um støðuna hjá teimum, og er tað ein stórur lætti hjá familjunum at sleppa undan at fara av landinum til hjartakanning.

Í hesum døgum er Jesper Steensberg, yvirlækni í barnahjartasjúkum á Ríkissjúkrahúsinum, í Føroyum, og mikukvøldið fer hann at greiða frá hjartasjúkum hjá børnum, skrivar Hjartafelagið í tíðindaskrivi.

M.a. fer Jesper Steensberg at koma inn á, hvussu ymisku feilirnir hjá børnunum verða viðgjørdir, hvussu menningin er innan viðgerðarhættar o.s.fr.

Áhugabólkurin Hjartabarnið skipar fyri almenna tiltakinum, sum verður mikukvøldið 23. november klokkan 19 í MEGD-húsinum á Íslandsvegnum í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder